Vei­iavtala F°royar og Gr°nland 2012

2012-03-29 21:04
 
Jákup Mikkelsen, Fiskimálaráðharri
 
17.11-11
 
Føroyar og Grønland skrivað undir fiskiveiðiavtalu fyri 2012. Avtalan fevnir um somu fiskasløg sum undanfarin ár, og er á nakað sama støði sum undanfarin ár. Grønlendska sildakvotan í føroyskum sjógvi verður lækkað við 650 tonsum, so hon verður 2.350 tons, meðan føroysku botnfiska­kvoturnar í grønlendskum sjógvi verða óbroyttar.
 
 
Fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Grønland fyri 2012
Føroysku svartkalvakvoturnar í Eysturgrønlandi og í Vesturgrønlandi í 2012 verða ávikavist 275 tons og 100 tons, og nøgdin av toski í Eysturgrønlandi verður 255 tons.
 
Eftir samráðingar í Keypmannahavn, 15. og 16. november, hava Føroyar og Grønland skrivað undir fiskiveiðiavtalu fyri 2012. Avtalan fevnir um somu fiskasløg sum undanfarin ár, og er á nakað sama støði sum undanfarin ár.
 
Grønlendska sildakvotan í føroyskum sjógvi verður lækkað við 650 tonsum, so hon verður 2.350 tons, meðan føroysku botnfiska­kvoturnar í grønlendskum sjógvi verða óbroyttar. Føroysku svartkalvakvoturnar í Eysturgrønlandi og í Vesturgrønlandi í 2012 verða ávikavist 275 tons og 100 tons, og nøgdin av toski í Eysturgrønlandi verður 255 tons. Harumframt kunnu føroysk rækjuskip gera fiskiroyndir á norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi avmarkað til 100 tons.
 
Grønland fær 2.350 tons av norðhavssild av føroysku strandarlandakvotuni, og eitt grønlendskt línuskip kann royna eftir botnfiski í føroyskum sjógvi í upp til 60 dagar. Grønland kann veiða 2.000 tons av svartkjafti, sum Grønland hevur fingið tillutað gjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Hetta er ein hækking í mun til í 2011, tá svartkjaftakvoturnar vóru søguliga lágar. Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er væl nøgdur við avtaluna við Grønland, sum er tann fyrsta avtalan, síðani hann gjørdist landsstýrismaður. “Tað er eydnast okkum at gera eina avtalu, har okkara fiskimøguleikar í grønlendskum sjógvi eru óbroyttir, men har kvoturnar hjá hinum partinum eru javnaðar samsvarandi teimum broytingum, ið hava verið í møguleikunum hjá okkum at lata burturav.” “Avtalurnar millum Føroyar og Grønland hava stóran týdning fyri partar av fiskivinnuni í hvørjum landi sær og birta undir, at londini kunna varðveita fjølbroytni í teirra fiskiflota. Hetta er við til at leggja lunnar undir framhaldandi samstarv millum londini”, sigur Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður. Kelda:fisk.fo
 
.............................................................................................................................
Felagi­ LÝnuskip | ┌ti ß B° 11, FO-360 Sandavßgur - F°royar | info@linefish.com